Trump fríkendur í ríkisrættarmálinum

Trump fríkendur í ríkisrættarmálinum
Fyrrverandi forsetin kallaði ríkisrættarmálið fyri størstu jagstranina í søguni
 
14.02.2021 - 11:57
Ríkisrættarmálið móti fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, endaði brádliga í gjárkvøldið, og úrslitið gjørdist, at Trump varð fríkendur. Hann var ákærdur fyri at eggja til uppreistur 6. januar, tá stuðlar hjá honum troðkaðu seg inn í kongressina. 57 av teimum 100 senatorunum atkvøddu fyri at døma Trump, meðan 43 atkvøddu ímóti. Hóast ein meiriluti atkvøddi fyri at døma fyrrverandi forsetan, skulu minst tveir triðingar, 67 senatorar atkvøða fyri, um forsetin skal dømast og tí varð hann ikki dømdur. Ætlanin var annars ikki, at málið skuldi til endaliga atkvøðugreiðslu í gjár. Senatið hevði avgjørt av, at innkalla vitni at geva munnligar frágreiðinginar aftrat teimum skrivligu frágreiðingunum. Tað hevði kunnað drigið málið út í fleiri vikur aftrat, men tann avgerðin varð brádliga slept í gjárkvøldið. Tí fór málið beinleiðis til atkvøðugreiðslu. Hevði Trump verið dømdur hevði hann ikki kunnað stillað uppaftur til forsetavalið í 2024, men av tí at hann ikki var dømdur í hesum seinna ríkisrættarmálinum heldur, er tað ikki ein forðing fyri at hann kann stilla upp. Eftir avgerðina sendi Trump út eitt tíðindaskriv og kallaði ríkisrættarmálið fyri størstu jagstranina í søguni. Hann segði eisini, at tað enn bert er byrjanin til hansara Make America Great Again rørðslu.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130