- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mario Draghi forsætisráðharri í Italia
Mario Draghi forsætisráðharri í Italia
73 ára gamli búskaparfrøðingurin, Mario Draghi, verður nýggjur forsætisráðharri í nýggjari, teknokratiskari og ópolitiskari savningarstjórn í Italia

13.02.2021 - 11:25
Mario Draghi er fyrrverandi stjóri fyri Evropeiska Miðbankan, ECB.
Italski forsetin, Sergio Mattarella, gav í síðstu viku Mario Draghi heimild at skipa eina nýggja stjórn, eftir at sitandi stjórn hevði tveitt handklæðið í ringin.
Síðani hava flestu flokkar í Italia góðtikið, at Mario Draghi kemur at leiða landið næstu tíðina.
Í nýggju savningarstjórnini verða bæði politikarar, sum áður hava verið ráðharrar, og teknokratar.
Eittnú verður stjórin í italska miðbankanum, Daniele Franco, nýggjur búskaparmálaráðharri.
Mario Draghi verður tikin í eið sum forsætisráðharri í Italia klokkan 11 fyrrapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV