Samráðast um nýggja samgongu

Samráðast um nýggja samgongu
Formaðurin í grønlendska flokkinum Inuit Ataqatigiit, Mute B. Egede, sigur, at Siumut hevur boðið flokki sínum til samgongusamráðingar
 
09.02.2021 - 08:37

Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, leitar eftir øðrum at fáa upp í samgonguna, nú Demokratarnir fóru í gjár. Erik Jensen sigur, at hann tosar við allar flokkar um samstarv.

IA er størsti andstøðuflokkur í Grønlandi. Samgongan hjá Siumut og Nunatta Qitornai hevur 11 av 31 landstingslimum. Fyri at hava meiriluta hevur ein samgonga brúk fyri í minsta lagi 16 tinglimum.

Landstingið kemur saman í næstu viku

IA hevur sjey tinglimir. Men hóast Erik Jensen er floksformaður í Siumut, er hann ikki landsstýrisformaður. Undanmaður hansara í formanssessinum, Kim Kielsen, er framvegis landsstýrisformaður.

Landstingið kemur saman um eina viku. Ein møguleiki er uppskot um misálit á Kim Kielsen. Verður tað samtykt, verður val í Grønlandi.

Ein annar møguleiki er, at Kim Kielsen fer frá og letur Erik Jensen verða landsstýrisformann. Fyribils heldur landsstýrissamgongan í Grønlandi fram sum minnilutasamgonga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130