Tórur setti nýtt føroyskt met í trístøkki

Tórur setti nýtt føroyskt met í trístøkki
Tórur Mortensen bøtti um sítt egna met í trístøkki við ikki minni enn 21 sentimetrum, tá hann tók lut í aðru kapping síni, síðan hann flutti niður
Tórur Mortensen hevur sett nýtt føroyskt met í trístøkki
Mynd: hvirlan.fo  
 
07.02.2021 - 14:38

Tórur Mortensen hevur sett nýtt føroyskt met í trístøkki. 

Hann átti sjálvur fýra ára gamla metið, sum hann í kapping um vikuskiftið legði 21 sentimetrar afturat. Nýggja metið er 14.99 metrar.

Atrenningin argaði

Tórur Mortensen, sum býr og venur í Aarhus, fekk ringa byrjan upp á kappingina. Atrenningin riggaði illa, og trý tey fyrstu lopini vórðu tí ikki mátað.

Fjórða lop var stutt, 14.33m, og fimta lopið var yvirtrakk. 

Undan sætta og síðsta lopinum var Tórur Mortensen 25 sentimetrar aftanfyri tann fremsta. Tá gjørdi hann ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met og vinna kappingina. 

Kappast um danska meistaraheitið

Tórur Mortensen skal í næstum taka lut í tveimum kappingum. Fyrst í Keypmannahavn næsta vikuskiftið og annað vikuskiftið stendur kappingin um danska meistaraheitið, sum er stóra málið í vetur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946