- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden: Uttanríkispolitikkurin aftur á beint

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur nú, at USA er aftur á altjóða pallinum, og tað nú er ein nýggj tíð eftir tilvildarliga uttanríkispolitikkin hjá undanmanni hansara, Donald Trump.
Tað segði Joe Biden í síni fyrstu uttanríkispolitsku røðu í gjár, har hann legði dent á, at USA aftur verður ein aktivur partur av altjóða samfelagnum.
Trúvirðið skal endurvinnast
– Vit skulu endurnýggja okkara leiklut í aljtóða stovnum, og endurvinna okkara trúvirði og okkara moralska autoritet. Nakað vit hava mist síðstu fýra árini, segði Biden.
Í røðuni segði Biden eisini, at hann fer at føra eina harða linju mótvegis Kina og Russland, umframt at hann bað herleiðararnar í Mynmar um at steðga við kvettinum.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, kunngjørdi eisini, at USA steðgar at stuðla stríðnum hjá Saudi-Arabia í Yemen.
ST: Støðan í Yemen er vanlukkulig
– Hetta kríggið má enda, og vit mugu tryggja, at neyðhjálp kemur til fólkini fólki í Yemen, segði Joe Biden.
Umleið 80 prosent av fólkunum í Yemen liva av neyðhjálp. ST hevur sagt, at støðan í Yemen er ein at heimsins ringastu humaniteru kreppunum nakrantíð, skrivar AP.
Donald Trump stuðlaði stríðnum hjá Saudi Arabia í Yemen, og seldi teimum millum annað bumbur og stuðul í aðrar mátar eisini. Trump segði, at hetta millum annað var við til at skapa arbeiðspláss í USA.