- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri samstarv millum Ísland og Grønland

99 ítøkilig tilmæli eru í drúgvu frágreiðingini, sum íslendska uttanríkismálaráðið hevur gjørt um samstarvið millum Ísland og Grønland.
Frágreiðingin er 272 síður.
Íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, setti í 2019 ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvussu samstarvið skal styrkjast millum Ísland og Grønland.
99 tilmæli eru í frágreiðingini, sum nú er komin. Tíggju teirra eru raðfestar.
Eingin grønlendingur við
Össur Skarpheðinsson, fyrrverandi uttanríkisráðharri, var formaður í arbeiðsbólkinum.
Eingin grønlendingur var í bólkinum. Men arbeiðsbólkurin tosaði við fólk í Grønlandi.
Tilmæli eru í frágreiðingini um handil, heilsu, fiskivinnu, undirstøðukervi, ráevni, orku, loftrúmi, ferðavinnu og Arktis.
Serligur dentur verður lagdur á Eysturgrønland, sum er næsti granni hjá Íslandi.