- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-aðalskrivarin fordømir kvettið í Myanmar

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, fordømir nú statskvettið í Myanmar, og heitir á partarnar um at halda seg frá harðskapi og at virða mannarættindini.
Hann sigur eisini, at kvettið er ein dyggur smeitur fyri demokratisku nýskipanirnar í Myanmar.
Fleiri ríkisleiðarar í vesturheiminum fordøma eisini kvettið.
Seta tiltøk í verk
Joe Biden, amerikanski forsetin, sigur sambært Reuters, at USA er ímóti øllum ætlanum, sum broyta úrslitið av tjóðartingsvalinum, og forða fyri demokratisku gongdini.
Talskvinnan í Hvítu húsunum, Jen Psaki, segði eisini, at USA fór at seta tiltøk í verk móti teimum, sum hava skipað fyri kvettinum.
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, fordømir eisini kvettið í Myanmar og sigur, at hernaðarstýrið eigur at lata politisku fangarnar leysar í stundini.
Hann leggur aftrat, at eitt grundleggjandi demokratiskt prinsipp er, at herurin er undir sivilum stýri.
Grannalond ikki so hvassorðað
Men nøkur av grannalondunum hjá Myanmar eru tó ikki so hvassorðað.
Varaforsætisráðharrin í Thailandi, Prawit Wongsuwan, segði við tíðindafólk, at tað, sum nú hendir í Myanmar, eru viðurskifti innanríkis, sum onnur ikki skulu leggja seg útí.
Nakað tað sama søgdu umboð fyri Kambodja og Filipsoyggjar, skrivar Reuters.