- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herurin tikið valdið í Myanmar

Herurin í Myanmar, sum fyrr kallaðist Burma, hevur tikið valdið í landinum.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Hetta hendi í nátt, tá fólk í herinum handtóku virkandi politiska leiðaran, Aung San Suu Kyi, umframt aðrar politikkarar.
Hetta varð kunngjørt á einari sjónvarpsrás hjá herinum, og samstundis boðaði herurin frá, at undantaksstøða er lýst í eitt ár.
Bæði telefon- og internetsamskifti er avmarkað, og nógv hernaðarakfør eru at síggja í býunum kring landið. Eisini hava allir bankar latið, og sjálvtøkur eru óvirknar.
Herurin sigur, at valsvik er framt
Støðan hevur verið sera spent millum herin og sivilu stjórnina síðani tjóðartingsvalið í november í fjør, tí herurin vil vera við, at umfatandi valsvik varð framt.
Á valinum vann flokkurin hjá Suu Kyi 83 prosent av umboðunum í tinginum.
Andstøðan, sum er tætt knýtt at hervaldinum, vil vera við, at svik er framt í 8,6 milliónir førum. Valnevndin vísir aftur, at svik er framt, men viðurkennir, at mistøk vórðu gjørd á nøkrum av vallistunum.
Eftir at tíðindini um handtøkurnar bórust, heitti ein talsmaður fyri flokkin hjá Suu Kyi á fólk um at vera rólig, og at halda lógina.
Annað valið
Hetta var onnur ferðin, at val var í Myanmar, síðani hernaðarstýrið fall 2011. Flokkurin hjá Suu Kyi vann eisini valið í 2015.
Aung San Suu Kyi fekk friðarheiðursløn Nobels í 1991, meðan hon sat í húsavarðhaldi.
Hon hevur tó verið fyri hvøssum atfinningum fyri handfaringina av muslimska Rohingya-minnilutanum í 2017, tá tey í túsundatali máttu flýggja undan løgregluni til Bangladesh.