- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland: Yvir 3.000 mótmælisfólk handtikin

Yvir 3.000 fólk eru í dag handtikin fyri hava luttikið í mótmælistiltøkum til frama fyri russiska andstøðuleiðaran Alexei Navalny.
Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC, sum vísir til bólkin OVD-Info, sum heldur eyga við støðuni í Russlandi.
Túsundtals av russum hava luttikið í mótmælistiltøkum í 82 býum kring landið, har kravt verður, at Alexei Navalny verður latin leysur.
Løgreglan upplýsir, at mótmælini eru ólóglig, og handtekur fólk, ið taka lut í teimum. Sambært BBC eru 933 mótmælisfólk handtikin í Moskva og 591 í St Pætursborg.
Millum tey handtiknu í dag er kona Alexei Navalny, Yulia Navalnaya.
Varðhaldsfongslaður
Alexei Naval bleiv handtikin 17. januar, tá hann kom til Russlands og longu dagin eftir bleiv dømdur til 30 daga varðhaldsfongsul.
Sambært ákæranum hevði hann brotið treytirnar fyri ein gamlan dóm. Hann skal fyri rættin aftur í morgin og kann vænta fleiri ára fongsul.
Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod er millum teirra, ið finst at handtøkunum. Á sosiala miðlinum Twitter krevur hann, at andstøðuleiðarin og hansara viðhaldsfólk verða latin leys.
Alexei Navalny vendi aftur til Russlands 17. januar eftir at hava verið í Týsklandi í fýra mánaðir, har hann varð viðgjørdur eftir eitt eiturálop, sum hann sjálvur sigur hendi eftir boðum frá russisku fregnartænastuni.
Russiska stjórnin hevur víst aftur, at tey hava nakað við álopið at gera.