General Motors lagar seg til grønu kósina

General Motors lagar seg til grønu kósina
Í 2035 gevst verksmiðjan við framleiðsluna av bensin- og dieselbilum. 
 
31.01.2021 - 11:21

General Motors, sum er størsta bilverksmiðja í USA, hevur nú boðað frá, at frá 2035 fer verksmiðjan at gevast við at selja bensin- og dieselbilar. 

Hetta er fyrstu ferð, at ein amerikanskur bilframleiðari meldar greitt út, at framleiðslan av bensin- og dieselbilum fer at halda uppat, og hetta verður uppfatað sum eitt greitt signal um, at General Motors nú lagar seg til grønu kósina, sum nýggja amerikanska stjórnin ætlar at seta út í kortið.

Aftan á Tesla, sum er í einum flokki fyri seg, er General Motors tann amerikanska bilverksmiðjan, sum er komin longst við menna hybrid- og elbilar seinastu árini. 

Grøna aldan
Aðrastaðni í heiminum hava fleiri bilframleiðarar longu meldað út, at teir eisini vilja ríða á grønu alduni.

Volkswagen, sum er heimsins størsti bilframleiðari, hevur sagt, at fyritøkan ætlar at vera CO2-neutral í 2050, og at longu í 2030 skal fyritøkan hava gjørt ein elbil, sum er kappingarførur við øll hini bilsløgini hjá Volkswagen.

Toyota segði í fjør, at í 2050 skal CO2-útlátið hjá øllum Toyota-bilum vera 90 prosent minni enn tað var í 2010.

Og Daimler Group, sum millum annað ger Mercedes-bilar, hevur sagt, at frá 2039 av fer fyritøkan bara at selja CO2-neutralar bilar, og at tað longu í 2022 eisini skulu vera elektriskar útgávur av teimum flestu av teirra bilmerkjum.

Ein partur av hesi gongdini kemst eisini av, at ES hevur sett hørð krøv til bilverksmiðjurnar, til dømis um CO2-útlát í 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990