- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrahúsini í Danmark undir trýsti

Hetta er ein av orsøkunum til, at Danmark leingir koronuavmarkingarnar til síðst í februar. Tað er nógv meira trýst á heilsuverkið nú í mun til í fjør, tá smittan rakti landið, skrivar DR.
Sjúkrahúsini hava eisini havt opið og millum annað skurðviðgjørt knø. Tað var ikki gjørt í fjør. Tað krevur tað nógv av fólkunum, ið starvast í heilsuverkinum, sigur Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum.
Starvsfólkini sperd
– Starvsfólkini hava arbeitt sera hart, og tað er spurningur, hvussu leingi, tey klára tað. Vit mugu ikki enda í teirri støðu, at vit ikki hava tamarhald á smittuni, sigur Søren Brostrøm.
Ein onnur orsøk til, at Danmark leingir um avmarkingarnar, er bretska frábrigdið av virusinum, ið smittar sera illa. Á tíðindafundinum í gjár vísti stjórin í Serumstovninum, Henrik Ullum, á álvarsligu støðuna í Onglandi, Írlandi og Portugal.
– Vit vilja ikki enda í líknandi støðu, sum tey londini eru endað í. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit mugu halda fast við avmarkingarnar, segði Henrik Ullum á tíðindafundinum.