190 milliónir til hjálpararbeiði eftir skriðulop

190 milliónir til hjálpararbeiði eftir skriðulop
Skriðulopið í Gjerdrum í Noregi gjørdi skaða fyri í minsta lagi 635 milliónir kr.
Skriðulopið í Gjerdrum kravdi tíggju mannalív, men øll eru ikki funnin enn. Nú verður letingararbeiðið tikið uppaftur
 
29.01.2021 - 14:57

Norska stjórnin hevur lagt uppskot fyri Stórtingið um at játta 190 milliónir norskar krónur - tað eru góðar 134 milliónir krónur í okkara peningi  - til arbeiðið í sambandi við skriðulopið í Gjerdrum fyri einum mánaði síðani.

Meginparturin av hesum pengunum skal fara til NVE, sum er ein serlig deild undir norska olju- og orkuráðnum, ið millum annað tekur sær av at fyribyrgja og tryggja øki  fyri skriðulopum.

Gjerdrum kommuna hevur longu fingið 20 milliónir norskar krónur í stuðli frá landinum, og hevur fingið at vita, at er tørvur á meira hjálp, fer politiska skipanin at vísa vælvild.

Skaði fyri 635 mió. kr.

Útrokningarnar higartil vísa, at skriðulopið í Gjerdrum elvdi til materiallan skaða fyri 635 milliónir krónur í okkara peningi. Men tað hevur ikki borið til hjá sýnsfólkum at gera nágreiniligar metingar enn, tí økið er ikki liðugt tryggjað.

Nógv hús hava antin fingið stóran skaða, ella eru horvin. Og enn er ikki greitt, um tað fer at bera til hjá fólki at flyta heimaftur, ella um øki verða lýst sum ikki búgvandi í.

Tíggju fólk doyðu í skriðulopinum 30. desember.  Av hesum eru trý ikki funnin enn.

Seinastu vikuna hevur steðgur verið í leitingararbeiðnum, men nú er ein nýggjur arbeiðsvegur inn gjørdur inn í økið, og tað merkir, at tað ber til at brúka gravimaskinur, nú leitingin er tikin upp aftur, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990