Norra letur aftur

bannari
Norra letur aftur
Landamørkini verða latin aftur fyri øllum, sum ikki búgva í Norra, segði Erna Solberg, forsætisráðharri, á tíðindafundi í gjárkvøldið
Noreg steingir í kvøld á midnátt landamørkini fyri fólki, sum ikki búgva í landinum, fyri at tálma COVID-19 smittuspjaðingini
Mynd: Savnsmynd  
 
28.01.2021 - 06:06

Frá hóskvøldinum á midnátt (í kvøld, red.) fara vit aftura at hava tær strangastu innferðarreglurnar síðani 12. mars í fjør.

Tað sigur Erna Solberg, skrivar NRK. Fyribils eru herdu reglurnar í Norra galdandi í tvær vikur, men tær kunu tó verða longdar, gerst tað neyðugt.

 >> SÍ EISINI Svøríki steingir markið til Norra

Mørkini eru latin aftur fyri øllum, sum ikki búgva í Norra, sigur hon, og leggur afturat, at fólk í  samfelagsavgerandi størvum sleppa undan strongu reglunum.

Talan er millum annað um tey, sum arbeiða í flutningsvinnuni, heilsustarvsfólk og fólk, sum skulu síggja síni børn.

Tað merkir millum annað, at nógv útlendsk arbeiðsfólk ikki kunnu koma til Norra, sigur hon.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990