- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark og Ný Sæland minst korrupt

Danmark og Ný Sæland eru minst korruptu lond í heiminum. Tað sigur eitt yvirlit, sum felagsskapurin Transparency International hevur gjørt.
Hetta er triðja árið á rað, at Danmark er ovast á listanum hjá fyritøkuni yvir minst korruptu lond.
Somalia og Suðursudan í hinum endanum
Listin yvir korruptión verður roknaður út eftir millum annað mutri og stýring av almennum ognum og pengum. Men korruptión í privata sektorinum og skattafusk eru til dømis ikki við í yvirlitinum.
Danmark og Ný Sæland eru ovast á listanum, og síðani koma Svøríki, Finnland, Sveis og Singapore. Noreg, Holland, Týskland og Luksemburg eru eisini ovarlaga á listanum.
Heimsins mest korruptu lond eru sambært Transparency International Somalia og Suðursudan. Og Sýria, Jemen, Venesuela, Sudan, Ekvatorial Guinea, Libya, Norðurkorea og Haiti teljast eisini millum heimsins korruptastu lond.