- Tíðindi, mentan og ítróttur
AstraZeneca í andróðri

Blaðið, Handelsblatt, og aðrir týskir miðlar skriva, at ábendingar eru um, at góðkenningarstovnurin í EMA, ikki fer at góðkenna koppingarevnið hjá AstraZeneca til fólk, sum eru eldri enn 65.
Koppingaevnið skal ikki virka nóg væl hjá fólki í hesum aldursbólkinum, tað er bara átta prosent effektivt hjá fólki í hesum aldurbólkinum, skrivar blaðið.
Fyritøkan vísir tíðindunum aftur
Koppingarevnið er ment á lærda háskúlanum í Oxford í Stóra Bretlandi. Talsfólk hjá heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca, vísir aftur tíðindunum.
– Upplýsingarnar eru fullkomiliga skeivar. Í Bretlandi hevur nevndin fyri koppingarevni góðkent at brúka koppingarevnið til hendan partin av fólkinum.
– Í november almannakunngjørdu vit upplýsingar í The Lancet, sum vístu, at eldri fólk vístu stórt mótstøðuføri eftir at vera koppsett, og 100 prosent av teimum eldru vaksnu mentu mótstøðuføri eftir seinna prikið, sigur talsfólkið við Reuters.