Biden: 100 milliónir koppsetast eftir 100 døgum

bannari
Biden: 100 milliónir koppsetast eftir 100 døgum
Amerikanski forsetin ætlar, at ein millión amerikanarar skulu koppsetast um dagin næstu tríggjar mánaðirnar
 
25.01.2021 - 07:17

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur undirskrivað eina fyriskipan, ið skal hjálpa landinum at berja niður koronuvirusið.

Tað gjørdi Biden longu dagin eftir, at hann varð tikin í eið sum forseti í USA mikudagin, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Andlitsmaskur verða kravdar

Sambært fyriskipanini verður tað eitt krav, at fólk skulu brúka andlitsmasku í floghavnum og almennu flutningsleiðunum.

Biden sigur tað vera harmiligt, at andlitsmaskur eru vorðnar ein politiskur spurningur, tí hann heldur tað vera eitt neyðugt vápn í stríðnum ímóti COVID-19.

Fyriskipanin varpar eisini ljós á tiltøk, ið skulu tryggja landinum fleiri koppsetingar - bæði í framleiðsluni og innkeypinum.

Biden: Verandi koppsetingarætlan vanlukkulig

Mátin, sum koppsetingin í USA higartil er býtt út eftir, hevur verið vanlukkuligur, sigur amerikanski forsetin.

Umsitingin hjá Joe Biden ætlar at koppseta 100 milliónir amerikanarar teir fyrstu 100 dagarnar, Biden situr í embætinum.

Tað er ein avbjóðing, men tað ber til, verður Biden endurgivin fyri at siga.

Ætlanir lagdar fyri stjórnina

Ein fyriskipan er ein almenn váttan frá forsetanum. Fyriskipanir eru at rokna sum bindandi, men fyriskipanir skulu gjøgnumgangast løgfrøðiliga.

Áðrenn Biden undirskrivaði fyriskipanina, legði hann fram ætlanirnar hjá stjórnini. Tá segði hann, at innferðarkrøvini í USA verða herd.

Hetta merkir, at ferðafólk, ið koma til USA, skulu hava eina negativa koronukanning áðrenn tey seta seg í flogfarið við kós móti USA. Somuleiðis skulu tey í sóttarhald, tá tey koma til landið.

Sóttarhald verður kravt við komu

Tað hevur ikki verið eitt krav, at fólk, ið koma til USA, skulu í sóttarhald, tá tey komu til landið. Sostatt gongur Biden aðra leið enn hana, Trump gjørdi.

Okkara tjóðskaparliga ætlan er umfatandi, og ætlanin byggir á gransking og ikki politikk, sigur Joe Biden, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Nýggja ætlanin hjá USA, ið skal hjálpa landinum at fáa tamarhald á koronusmittuni aftur, er tilsamans198 síður til longdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990