- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 3.000 handtikin undir mótmælisgongum

Russiska løgreglan handtók meira enn 3.000 fólk og brúkti vald fyri at fáa tamarhald á mótælisgongum ymsastaðni í Russlandi í gjár.
Tað upplýsti óhefti eygleiðarafelagsskapurin, OVD-Info, í gjárkvøldið, sambært Reuters. Løgreglan sjálv sigur einki um talið á fólki, sum eru handtikin eftir mótmælisgongurnar í gjár.
Nógv fólk í Russlandi vóru í gjár savnað í fleiri russiskum býum við kravi um, at andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, skal verða leyslatin.
Stjórnin hevði bannað mótmælisgongunum
Í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, savnaðust minst 40.000 fólk seinnapartin í gjár, hóast stjórnin hevði bannað fólki at savnast í mótmælisgongum.
Av teimum 3.068 handtiknu fólkunum vórðu 1.167 handtikin í Moskva og 466 í Skt. Pætursborg. Eygleiðarafelagsskapurin, OVD-Info, sigur, at handtøkur vórðu gjørdar í tilsamans 111 býum í Russlandi í gjár.
Nógvar handtøkur vórðu uttan fyri fongslið har andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, verður hildin aftur. Millum tey handtiknu var kona hansara, Julia. Hon er kortini leyslatin aftur nú.