11 menn bjargaðir úr gullnámi í Kina

11 menn bjargaðir úr gullnámi í Kina
Tilsamans 22 menn hava sitið avbyrgdir í 14 dagar eftir at ein spreinging tipti inngongdina
Ein av bjargaðu arbeiðsmonnunum verður borin úr lyftini, sum dróg hann góðar 500 metrar upp. Mennirnir høvdu bind fyri eyguni fyri at verja eyguni móti ljósi, eftir 14 dagar í myrki
Mynd: AP  
 
24.01.2021 - 11:48

22 arbeiðsmenn vóru fangaðir í gullnáminum, tá ein spreinging tipti útgongdina og kvettu samskiftislinjurnar, 10. januar.

Teir 11, sum vórðu bjargaðir tíðliga í morgun, vóru í eini gongd meir enn 500 metrar undir jørð. Ein maður hevur higartil latið lív, meðan tað framvegis er óvist hvar hinir tíggju eru.

Frættu einki í eina viku

Reuters skrivar, at ein av teimum bjargaðu var sera illa fyri, meðan hinir tíggju vóru væl fyri eftir umstøðunum og megnaðu sjálvir at ganga til sjúkrabilarnar, sum bíðaðu eftir teimum.

Mennirnir hava fingið mat og drekka síðstu dagarnar, eftir at bjargingarfólk fingu samband við teir gjøgnum borihol síðsta sunnudag.

Onki samband hevði tá verið við teir í eina viku, men síðsta sunnudag føldu bjargingarfólk, at onkur hálaði í eina línu, sum var lorað niður gjøgnum eitt borihol.

Námini í Kina sera vandamikil

Síðani fingu mennirnir givið boð frá sær á einum pappírslepa, at 12 teirra vóru á lívi, meðan aðrir vóru fangaðir longur niðri í náminum.

Sambært Reuters eru námini í Kina nøkur av heimsins vandamiklastu. Í fjør doyðu 573 fólk í námunum í Kina.

Fleiri enn 600 fólk hava arbeitt við bjargingaroyndini, sum minnir sera nógv um støðuna í Kili í 2010. Tá vóru 33 námsarbeiðarar avbyrgdir undir jørð í samfullar 69 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990