- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden: Kjanorkuavtalan við Russland leingjast

Nýggi foretin í USA, Joe Biden, vil leingja New START-sáttmálan við Russland.
New START-sáttmálin avmarkar talið av kjarnorkuspreingiløðingum, sum USA og Russland kunnu hava, til 1550 í part.
Biden vil leingja verandi sáttmála
New START-sáttmálin avmarkar eisini talið av flogførum og undirvatnsbátum sum kunnu bera - og skjóta - kjarnorkuvápn.
Verandi sáttmáli skuldi eftir ætlan fara úr gildi 5. februar, men nú skýtur Joe Biden upp, at leingja sáttmálan í fimm ár, skrivar Reuters.
Samráðingarnar við Russland um at leingja sáttmálan steðgaðu, tá Donald Trump var forseti í USA, skrivar AFP-tíðindastovan.
Kina munandi færri kjarnorkuvápn
Jen Psaki, talsfólk í Hvítu Húsunum, sigur sambært AFP, at tað gevur góða meining at leingja sáttmálan nú, tá viðurskiftini við Russland eru fíggindalig.
Donald Trump royndi harumframt at fáa Kina við í New START-sáttmálan, men tað eydnaðist ikki. Kina hevur munandi færri kjarnorkuvápn enn USA og Russland, hóast talið stendur í vøkstri, sambært AFP.
Russland er eisini sinnað at samráðast um at leingja New START-sáttmálan, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.