- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felagsskapur talar at útihýsing

Altjóða felagsskapurin, Reporters Without Borders, finst hvassliga at, at amerikanski forsetin, Donald Trump, er útihýstur frá sosialum miðlum.
– Allar hesar avgerðir hava privat feløg tikið uttan nakað løgfrøðiligt ella demokratiskt eftirlit, siga journalistar uttan landamørk í sambandi við, at Twitter 8. januar stongdi kontuna hjá Trump.
Facebook, Instagram og Twitter hava útihýst Trump
Tjóðarting skipa lógarverkið fyri almenna pallin, og dómararnir handhevja lógarverkið, men nú hava privatar feløg tikið yvir leiðsluna, vísir felagsskapurin á.
– Men teirra reglur eru ikki gjørdar eftir einum demokratiskum leisti, tær eru ikki gjøgnumskygdar, og tú kanst ikki kæra mál til dómstólin eftir at úrskurður er fallin.
Hvørki marknaðurin ella privat áhugamál eiga einsamøll at skipa almenna rúmið á netinum, sigur felagsskapurin fyri journalistar uttan landamørk.