Robottarmur skal venja armar og hendur

Robottarmur skal venja armar og hendur
Robottaarmurin er partur av ætlan hjá Heilsumálaráðnum at styrkja endurmenningina á sjúkrahúsunum
Robottarmurin er serliga ætlaður fólkum, sum hava fingið eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan
 
18.01.2021 - 10:10

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið robottarm, sum fer at styrkja endurvenjing av ørmum og hondum. Tað boðar Klaksvíkar sjúkrahús frá í tíðindaskrivi.

Robottaarmurin er partur av ætlan hjá Heilsumálaráðnum at styrkja endurmenningina á sjúkrahúsunum.

Hann er serliga ætlaður fólkum, sum hava fingið eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan. Hesi fólk uppliva ofta, at tey verða meira ella minni lammað í arminum.

Fegin um nýggja tólið

Ein týðandi partur av endurvenjing er at gera nógvar og regluligar endurtøkur av venjingum, og tað kann robotarmurin hjálpa við.

Robottarmurin er gjørdur soleiðis, at hann kann venja bæði grov-motorikk og fín-motorikk í ørmum og hondum.

- Vit eru sera fegin um nýggja tólið, sum fer at styrkja endurvenjingina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114