Fysioterapeutfelagið nýggjan sáttmála

Fysioterapeutfelagið nýggjan sáttmála
Í framtíðini er ikki neyðugt hjá fólki yngri enn 18 ár, sum hava likamligt brek ella varandi sjúk, at fara so ofta til kommunulæknan at fáa ávísing
 
16.01.2021 - 11:05

Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið hava undirskrivað nýggjan sáttmála fyri privatstarvandi fysioterapeutar, sum virka eftir avtalu við Heilsutrygd. Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2020.

Vanliga ávísingin frá serlækna er longd upp í eitt ár, og ein serlig ávísing er gjørd til fólk yngri enn 18 ár, sum hava likamligt brek ella varandi sjúku, ið hava við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum. Í framtíðini er ikki neyðugt hjá teimum at fara so ofta til kommunulæknan at fáa ávísing, sigur Hjørleif Niclasen, nevndarlimur í fysioterapeutfelagnum.

Grundgjaldið er eisini hækkað upp í 116,93 krónur. Tað hevur verið á 106 krónur síðani 2015. Avtala er gjørd um, at limirnir hjá felagnum fáa eitt endurgjald, tí at kostnaðurin ikki hevur verið javnaður seinastu árini, sigur Hjørleif Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114