- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava Donald Trump fyri ríkisrætt

Demokratiski flokkurin í USA leggur Donald Trump undir at hava eggjð til uppreistur og ætlar at stilla hann fyri ríkisrættin, leggur hann ikki frá sær.
Tað sigur forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi. Ákærurit verður lagt fyri demokratarnar í umboðsmannatinginum mánadagin at taka støðu til.
Velja tey at royna at fáa Donald Trump fyri ríkisrættin, er tað aðru ferð demokratiski flokkurin roynir tað. Fyrru ferð, sum var í desember í 2019, miseydnaðist royndin.
Umboðsmannatingið skal góðkenna ákærurit
Skal forsetin dømast, skal Umboðsmannatingið fyrst góðkenna eitt ákærurit. Síðan fer málið til Senatið, ið skal døma hann við tveimum triðings meirluta.
Enn er ógreitt um meirluti er fyri at koyra Donald Trump fyri ríkisrættin. Hóast fleiri republikanarar í senatinum enn siga seg stuðla honum, var hendingin mikudagin ov nógv fyri fleiri teirra.
Verður málið samtykt í tinginum og senatinum, kann ein vanligur meirluti samtykkja at útihýsa Trump frá at sita í almennum embætum.