USA: Minst fýra deyð í ófriði

USA: Minst fýra deyð í ófriði
Ógvusligur ófriður tók seg í gjárkvøldið upp, tá kongressin skuldi góðkenna valið av Joe Biden
Vápnað løgreglufólk hyggja at, tá mótmælisfólk í gjárkvøldið royndu at koma sær inn í tjóðartingið
Mynd: AP  
 
07.01.2021 - 06:47

Fýra fólk eru deyð í ófriði í USA í sambandi við, at amerikanska kongressin í gjárkvøldið formliga skuldi góðkenna valið av demokratinum Joe Biden til nýggjan forseta. 

Senatsvalið í Georgia í gjár hevði við sær, at staturin fyri fyrstu ferð í 20 ár fór at hava umboð fyri demokratiska flokkin í Senatinum.

Ikki bara eitt men bæði tvey umboðini og hetta gevur demokratunum meirilutan í bæði Senatinum og í umboðsmanntinginum og harvið Joe Biden og Kamalu Harris fríari ræsur komandi valskeið. 

Trump eggjaði fólki til at mótmæla

Donald Trump hevði fyrr um dagin hildið eina røðu fyri viðhaldsfólki í høvuðsstaðnum, har hann mælti til at mótmæla "stuldurin av valinum í november" og at fara til Capitol Hill fyri at vísa styrki og fyri at vísa, at einki skuldi verða tikið frá teimum.

Fleiri mistu tamarhaldið, og nógv viðhaldsfólk sluppu framvið trygdarfólkunum í tjóðartingsbygningin í Washington D.C.

Kongressin noyddist at støðga sínum arbeiði, og limirnir flýggjaðu. Í morgun er staðfest, at fýra fólk eru deyð í ófriðinum, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990