- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu
Aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu
Hesaferð var óhappið í Norðragøtu, men eingin fólkaskaði var

Løgreglan hevur havt úr at gera í dag. Fyrrapartin var eitt álvarsligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu, og seinnapartin var eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
06.01.2021 - 17:02
Fyrrapartin í dag var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu, og nú seinnapartin var so aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu, hesaferð í Norðragøtu.
Hetta óhappið var ikki so álvarsligt sum ferðsluóhappið fyrrapartin. Ein bilur, sum skuldi út á landsvegin í krossinum við fótbóltsvøllin, varð árendur av einum bili, sum kom koyrandi eftir landsvegnum.
Eingin fólkaskaði var, men nakað av materiellum skaða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV