Umsóknin um stuðul til Skúla Scam er útsett

Umsóknin um stuðul til Skúla Scam er útsett
Umsitingin í Tórshavnar kommunu skal fyrst viðgera stuðulsumsóknina, áðrenn mentamálanevndin tekur støðu til málið
Umsitingin skal fyrst gera tilmæli í málinum um stuðul til filminSkúla Scam, áðrenn mentamálanevndin tekur avgerð
 
17.12.2020 - 16:29

Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu avgjørdi á fundi í gjár at útseta málið um stuðul til filmin Skúla Scam.

Áðrenn málið kemur til politiska viðgerð, skal umsitingin í Tórshavnar kommunu meta um stuðulsumsóknina og gera eitt tilmæli, sum mentamálanevndin kann brúka í viðgerðini.

Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini.

Málið um stuðul til teknifilmin Skúla Scam, sum 17 ára gamli Tóki Jansson hevur gjørt, byrjar, tá Jenis av Rana, landsstýrismaður avgjørdi at ganga ímóti tilmælinum um at lata almennan stuðul til verkætlanina.

Grundgevingin var, at landsstýrismaðurin kundi ikki góðtaka málburðin í filminum.

Gunvør Balle heitti tá á tey, ið standa fyri Skúla Scam, um at søkja stuðul frá Tórshavnar kommunu.

Umsóknin var send kommununi, og varð viðgjørd í mentamálanevndini í gjár. Har varð avgjørt lata umsitingina taka støðu til málið fyrst.

Málið kemur fyri aftur á næsta fundi hjá mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050