Ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum til nýggjárs

Ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum til nýggjárs
Eyka tunnilsdagur verður í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum leygardagin
Leygardagin verður koyrandi í Eysturoyartunlinum, og til nýggjárs verður ókeypis at koyra
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2020 - 13:09

Tað verður ókeypis at koyra í nýggja Eysturoyartunlinum til nýggjárs.

Tað upplýsir Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin. 

Í sambandi við at Eysturoyartunnilin letur upp leygardagin, verður eyka tunnilsdagur í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, og har verður ókeypis at koyra frá leygarmorgni klokkan 6 til sunnumorgunin klokkan 6.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV