- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark steingir

– Fólk verða smittað í øllum landinum, og tí mugu vit víðka um avmarkingarnar, so tær eru galdandi í øllum landinum, sigur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, við DR.
Tað merkir, at matstøð verða stongd, teir eldru næmingarnir í skúlunum verða sendir heim og mentanarstøð í øllum landinum lata aftur.
– Ein partur av Danmark hevur longu merkt sviðan av, at landið steingir, men nú fara restin av fólkinum eisini at merkja tað, sigur heilsumálaráðharrin.
Nógv smitta í øllum landinum
Magnus Heunicke vísir á, at hóast tað er meir smitta í nøkrum kommunum enn í øðrum, so veksur tað eisini í teimum kommnunum, har smittutalið ikki hevur verið so høgt.
Hetta hevur fingið myndugleikarnar at gera, sum teir gera, sigur hann.
Í Norðurjútlandi eru 170 smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Fyri eini viku síðani var talið 77 fyri hvørji 100.000 fólk.
Eisini í sunnara parti av Danmark eru nógv smittað. Har eru 176 smittað fyri hvørji 100.000. Fyri eini viku síðani var talið 126, skrivar DR.