- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki manglar heilsustarvsfólk

Seks av sjey universitetssjúkrahúsum í Svøríki mangla heilsustarvsfólk, og á øllum sjúkrahúsum heitt á starvsfólk um at arbeiða yvirtíð, sigur svenska útvarpið.
Universitetssjúkrahúsið Norrlands í Umeå er tað eisini, sum sigur, at hjá teimum er ikki neyðugt at flyta starvsfólk millum deildir fyri at klára eykatrýstið, sum farsóttin elvir til.
Nógv siga seg úr starvi
Øll sjúkrahús utta Ørebro siga, at tey hava leigað inn fleiri heilsustarvsfólk, og at avtalaðar skurðviðgerðir mugu bíða.
Á Akademiska universitetssjúkrahúsinum í Uppsala hava 415 sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparstarvsfólk og læknar sagt seg úr starvi fyrstu 10 mánaðirnar í ár, og tað eru 72 fleri enn somu tíð í fjør.
– Tað sum vit øll stúra fyri er, at starvsfólkini í roynd og veru ikki hava orku til at arbeiða undir trýstinum, sum er í dag, sigur HR-leiðarin á Akademiska, Anna Wadenhov, sambært NTB.