- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland: Skúlar og handlar lata aftur

Verandi átøkini móti koronusmittuni hava ikki víst seg, at vera munagóð. Tað sigur Angela Merkel, samveldiskanslari, sambært tíðindastovuni, Reuters.
Tí er neyðugt at seta strangari tiltøk í verk fyri at tálma smittuspjaðingini, sigur Merkel eftir ein fund í gjár, tá 16 høgtstandandi politikarar í landinum hittust.
Týskland fer tí at steingja eina røð av handlum og skúlum nú mikudagin til 10. januar. Hesa tíðina verða tað mest sum bara matvøruhandlar og apotekini í landinum, sum fara at hava opið.
Handilslívið fær fíggjarligan stuðul
Tað fer eisini at vera bannað at drekka alkohol í almenna rúminum hetta tíðarskeiðið, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel.
Týska stjórnin fer í hesum tíðarskeiðnum at veita fíggjarliga hjálp til handlarnar, sum fara at missa intøkur, sigur Olaf Scholz, ráðharri í fíggjarmálum.
Handlarnir fara hesar fýra vikurnar at kunna fáa í mesta lagi 500.000 evrur frá landinum í fíggjarligum stuðli, ella tað, ið svarar til 3,7 milliónir krónur.
Smittutølini í Týsklandi stór
Seinastu vikuna eru meira enn 20.000 nýggir COVID-19 tilburðir staðfestir um samdøgrið í Týsklandi, og fríggjadagin setti talið met, tá 29.785 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í landinum eftir einum samdøgri.
Hetta er lutfalsliga væl minni enn í Danmark, men hinvegin vera tað kannað nógv færri fólk fyri koronu í Týsklandi enn í Danmark.
Tí er tað ikki óhugsandi, at veruliga smittutalið í Týsklandi er væl størri enn almennu tølini hjá myndugleikunum. Síðstu sjey dagarnar eru 3.036 fólk í Týsklandi deyð av COVID-19.