ES og Bretland samráðast enn um handilsavtalu

ES og Bretland samráðast enn um handilsavtalu
Týski samveldiskanslarin er bjartskygdur hóast freistin varð sett til í dag
 
13.12.2020 - 16:29

ES og Stóra Bretland eru enn ikki vorðin samd um eina handilsavtalu, men samráðingarnar halda fram.

Tað sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-kommissiónini, eftir ein telefonfund við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, í dag.

Freistin var í dag

Tey bæði høvdu annars ásett evstamark til í dag, at semjast um eina avtalu.

Tað mest ábyrgdarfulla er kortini at halda fram við samráðingunum, hóast freistin er farin, sigur forkvinnan í ES-kommissiónini sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Sambært Ursula von der Leyen hevur hon havt "ein gevandi og góðan fund", sum hon málber seg, við Boris Johnson í dag, sunnudagin.

18 dagar at avgreiða tað seinasta

Stóra Bretland fór úr Evropasamveldinum tann 31. januar í ár, men skiftistíðin er til á nýggjárinum, tá øll viðurskiftini formliga skulu verða avgreidd.

Í hesari skiftistíðini er Bretland framvegis partur av innara marknaðinum hjá ES og eisini í tollsamstarvinum. Men, tað verður landið ikki eftir nýggjar.

Tí fer tað at hava avleiðingar fyri handilslívið í bæði Evropasamveldinum og Stóra Bretlandi, um partarnir báðir ikki fáa eina handilaavtalu í lag áðrenn ta tíð.

Fiskiskapurin stóri snávingarsteinurin

Sambært uttanríkisráðharranum í Írlandi, Simon Coveney, er tað eitt gott tekin, at samráðingarnar millum partarnar báðar halda fram.

ES-forsetin, Charles Michel, undirstrikar í dag, at ES heilt vist fer eftir eini handilssemju. Eisini Angela Merkel, sigur seg vóna, at ES og Bretland kunnu semjast um eina handilsavtalu.

Ein av teimum stóru snávingarsteinunum er fiskiskapurin. Uttan eina nýggja fiskivinnuavtalu verður tað ólógligt at fiska í bretskum sjóøki eftir nýggjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825