Vilja fongsla Sarkozy í fýra ár

Vilja fongsla Sarkozy í fýra ár
Fyrrverandi franski forsetin er ákærdur fyri mutur í sambandi við valstríð
Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012
 
09.12.2020 - 09:37

Franska ákæruvaldið mælir til at fonglsa fyrrverandi forsetan, Nicolas Sarkozy, í fýra ár.

Tað ger ákæruvaldið í sambandi við eitt rættarmál, har fyrrverandi forsetin er ákærdur fyri mutur.

Hann er ákærdur fyri at vilja mutra ein dómara og bjóða honum eitt gott starv aftur fyri upplýsingar í eini kanning, sum kannaði fíggjarviðurskifti í valstríðnum hjá Sarkozy.

Sarkozy fekk sambært ákærunum ólógligan stuðul frá L'Oréal-arvingunum til forsetavalstríðið í 2007.

Vísir ákærunum aftur

Sarkozy var forseti frá 2007 til 2012. Hann segði í rættinum í gjár, at hann ongantíð hevði mutrað, og lovaði at stríðast til tað síðsta til tess at prógva, at hann er ósekur.

Hann fegnaðist samstundis um, at hetta málið nú er komið fyri rættin, so hann hevur møguleika at prógva, at hann er ósekur.

Sarkozy er eisini ákærdur fyri at hava tikið ímóti fleiri milliónum evrum frá fyrrverandi einaræðisharranum í Libya, Muammar Gaddafi, til valstríðið í 2007, og at svika við pengum í valstríðnum  í 2012, tá hann ikki varð afturvaldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825