- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar um Brexit enda í morgin

Mikudagurin er seinasti dagurin, at samráðst verður um Brexit. Tað sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sum ikki er sinnaður at samráðast longur enn tað. Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.
Í kunning til limirnar í ES-tinginum og evropeisk sendifólk í Brússel upplýsir Barnier, at samráðingarnar ikki eru langt frá endaspælinum, og at tær væntandi verða lidnar ein av næstu døgunum.
Samráðingarnar mugu avgreiðast nú, tí bæði ES-limalondini og Bretland mugu staðfesta avtaluna, ið staðfestir, hvussu viðurskiftini verður millum Bretland og ES eftir 1. januar.
Úrslitið kann fara báðar vegir
Hóast samráðingarleiðarin sær ein enda á samráðingunum, so merkir tað ikki, at tað fer at eydnast at finna eina loysn. Ein kelda sigur við The Guardian, at enn er nógv óvissa tengd at samráðingunum.
– Úrslitið av samráðingunum er enn óviss og kann fara báðir vegir. ES er tilreiðar at gera nógv fyri at fáa eina rímiliga, burðardygga og javna avtalu í lag fyri borgararnar í ES og Bretland. Tað er Bretland, sum má velja millum eina slíka loysn ella onga avtalu, sigur keldan við the Guardian,
Sambært blaðnum hittast ES-leiðarar hósdagin, og tá kunnu teir skriva undir avtaluna ella gera klárt til eitt úrslit við ongari avtalu.