Argentina: Gjalda eykaskatt fyri koronutiltøk

Argentina: Gjalda eykaskatt fyri koronutiltøk
Pengarnir skulu m.a. brúkast til medisinska útgerð og kreppupakkar til fátæk fólk og smá feløg
Ein millión og 450.000 fólk eru smittað í Argentina, og 40.000 fólk eru deyð av koronu
 
08.12.2020 - 15:09

Argentinska senatið hevur samtykt, at umleið 12.000 av ríkastu fólkunum í landinum skulu hjálpa til at rinda rokningina fyri koronutiltøk við eykaskatti. 

Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Pengarnir frá skattinum skulu m.a. brúkast til medisinska útgerð og kreppupakkar til fátæk fólk og smá feløg.

Forsetin í landinum, Alberto Fernandez, vónar, at eykaskatturin fer at geva 23 milliónir krónur í inntøku.

Fólk, sum eiga virði fyri meira enn 200 milliónir pesos - tað svarar til góðar 14 milliónir krónur - verða skattað við millum 3,5 og 5,25 prosentum av tí, sum tey eiga í Argentina og uttanlands.

Búskaparkreppa

Búskaparkreppa hevur verið í Argentina, og í august gjørdi landið avtalu við nakrar kreditorar um at umleggja skuldina.

Koronukreppan hevur gjørt fíggjarligu støðuna uppaftur truplari fyri landið, sum er meint rakt av koronusfarsóttini.

Men nú minka smittutølini. 

Í Argentina eru tilsamans  ein millión og 450.000 tilburðir staðfestir higartil, og nærum 40.000 fólk eru deyð av koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825