- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rudy Giuliani fingið COVID-19
Rudy Giuliani fingið COVID-19
Persónligi sakførarin hjá Donald Trump, og eisini fyrrverandi borgarastjórin í New York, hevur fingið staðfest koronuvirusið

07.12.2020 - 06:38
Tað segði forsetin sjálvur á Twitter í gjárkvøldið. Hann er tann síðsti í eini røð av fólkum við tøttum tilknýti til Hvítu húsini, sum hevur fingið smittuna.
Rudy Giuliani hevur staðið á odda í stríðnum um valúrslitið eftir forsetavali fyri einum mánaði síðan.
Toymið hjá Trump, forseta, roynir at prógva, at tað var framt umfatandi valsvik, og at Joe Biden ikki vann valið hóast alt. Higartil hevur hetta tó ikki eydnast, og flest allir valmyndugleikar siga eisini, at ongi prógv eru fyri slíkum valsviki.
Giuliani er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í Washington, sambært amerikanskum miðlum, men hann sigur sjálvur, at hann hevur tað gott.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV