- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maduro vann valið í Venesuela

Tjóðartingsval var í Venesuela í gjár, og forsetin, Nicolas Maduro, og hansara stuðulsflokkar á vinstraveinginum fingu góð 67 prosent av atkvøðunum.
Hóast andstøðan boykottaði valið, fekk hon 18 prosent av atkvøðunum.
Vallutøkan var sera lítil, bara 31 prosent.
Úrslitið hevur við sær, at sosialistaflokkurin hjá Maduro fær eisini valdið í tjóðartinginum. Har hevði andstøðan meirilutan frammanundan.
Andstøðan: Svik
Andstøðuleiðarin, Juan Guaidió, sigur, at bæði valið og úrslitið vórðu ein svikagerð.
Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sigur, at valið í Venesuela var svik.
USA og ES viðurkenna ikki Nicolas Maduro sum forseta í Venesuela. Tey siga, at Juan Guaidió er rætti forsetin í landinum. Onnur lond, eitt nú Russland og Kina, viðurkenna tó Maduro.