- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar koppseta móti koronu

Russar fara nú í holt við eina umfatandi koppsetingarætlan fyri koronusmittuna. Læknar í russiska høvuðsstaðnum Moskva skulu koppseta tey mest útsettu fyrst og síðani hinar íbúgvarnar.
Talan er um eitt koppingarevni, sum russar sjálvir hava ment. Sambært russiskum granskarum verjir koppingarevnið móti koronu við 95 prosentum. Enn er ógreitt, hvussu nógv koppingarevni russisku myndugleikarnir kunnu framleiða.
Borgarstjórin í Moskva, sigur, at í fyrstu atløgu verður koppingarevnið bjóðað teimum, sum eru í aldrinum 18 til 60, sum arbeiða í skúlum, í sjúkrahúsverkinum og í russiska herinum. Hesin listin fer at vaksa, so hvørt sum meira koppingarevni verður framleitt, skrivar BBC.