- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framtíðin hjá Kim Kielsen óviss
Framtíðin hjá Kim Kielsen óviss
Tað verður ikki avgjørt í ár, um Kim Kielsen sleppur at halda fram sum landsstýrisformaður í Grønlandi

04.12.2020 - 07:49
Ikki verður avgjørt í hesum árinum, um Kim Kielsen heldur fram sum grønlendskur landsstýrisformaður, nú hann ikki longur er formaður í flokki sínum.
Floksleiðslan í Siumut hevur ikki avgjørt enn, um formaður floksins eisini skal vera formaður í landsstýrinum.
Og tað verður ikki avgjørt í ár, tí nývaldi formaðurin, Erik Jensen, er farin heim til Sisimiut í jólafrí, skrivar KNR á heimasíðuni.
Bæði Erik Jensen og Kim Kielsen hava sagt, at teir gera sum floksleiðslan sigur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV