- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS stórt undirskot
SAS stórt undirskot
Flogfelagið SAS hevur 6,7 milliardir krónur í undirskoti, vísir nýggjasti roknskapurin hjá felagnum

03.12.2020 - 09:16
Tað er koronukreppan, ið hevur verið sera kostnaðarmikil. Smittan, avmarkingar og parkerað flogfør eru orsøk til størsta undirskotið í søgu felagsins, skrivar Finans.
– Koronukreppan hevur broytt flogvinnuna fullkomiliga, og SAS er ikki sloppið undan, sigur Rickard Gustafson, forstjóri í SAS við miðilin.
Roknskapurin 2020, sum er frá november 2019 til oktober 2020, vísir, at umsetningurin er minni enn helvtin av tí, hann var eitt ár frammanundan.
Ferðafólkatalið á flogrutunum hjá flogfelagnum SAS er eisini minkað sera nógv. Í fjórða ársfjórðingi við 77 prosentum samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV