Steingja Oyggjarvegin í tveir tímar

Steingja Oyggjarvegin í tveir tímar
Bilurin, sum fór út av vegnum í hálkuni í gjár, skal takast uppaftur
 
01.12.2020 - 09:35

Oyggjarvegurin verður stongdur fyri størri bilum kl. 10.30 í sambandi við, at lastbilurin, sum gleið útav vegnum í hálkuni í gjár, skal takast uppaftur. 

Stóri kranin hjá IR-lastbilum skal draga bilin niðan aftur á vegin, og arbeiðið fer at taka einar tveir tímar, sigur vaktleiðarin á politistøðini, Hildur Hentze.

Oyggjarvegurin er stongdur frá Norðradalsskarði til Lambafelli frá kl. 10.30 til 12.30.

Tó kunnu smærri bilar koyra har, sigur vaktleiðarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109