- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið vaksið seinastu vikurnar
Arbeiðsloysið vaksið seinastu vikurnar
Í løtuni fáa 316 fólk arbeiðsloysisstuðul. 435 fólk fáa stuðul úr fiskavirkisskipanini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/arbeidi_handverkarar_handverkari_arbeidsliv_arbeidsloysi_02.png?itok=cQ8LJXfe)
Í løtuni fáa 316 fólk arbeiðsloysisstuðul, 24 fleiri enn fyri einum mánaði síðani
30.11.2020 - 14:47
Talið á arbeiðsleysum í Føroyum er vaksið síðstu vikurnar, vísa nýggjastu tølini hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Sambært nýggjastu uppgerðini hjá ALS, fáa í løtuni 316 fólk í Føroyum útgoldið arbeiðsoysisstuðul, 168 kvinnur og 148 menn.
1.144 eru í fiskavirkisskipanini, í løtuni fáa 435 fólk arbeiðsloysisstuðul haðani, 249 kvinnur og 186 menn.
Ikki síðani síðst í august hava so nógv fólk fingið arbeiðsloysisstuðul sum nú, vísa tølini hjá ALS.
1. november vóru 292 fulltíðararbeiðsleys í Føroyum. Sostatt eru tað 24 fleiri arbeiðsleys nú enn fyrst í hesum mánaðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV