Normering á dagstovnaøkinum kostar 36 mió. aftrat

Normering á dagstovnaøkinum kostar 36 mió. aftrat
Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum mæla til breiða politiska semju um at hækka normeringarnar so líðandi næstu árini
Normeringin hjá Tórshavnar kommunu í vøggustovu og barnagarðsstovu kann samanberast við tær hjá donskum kommunum, áðrenn minimumsnormeringin er gjørd
 
26.11.2020 - 10:37

Skal normeringin á dagsstovnaøkinum í Tórshavnar kommuna gerast tann sama sum minimumsnormeringin í Danmark í 2025, kostar hon kommununi 36 milliónir krónur afturat játtanini til dagsstovnarnar. 

Í fjør samtykti fólkatingið at skipa minimumsnormeringar í øllum dagstovnum stigvíst fram til 2025.

Normeringin hjá Tórshavnar kommunu í vøggustovu og barnagarðsstovu kann samanberast við tær hjá donskum kommunum, áðrenn minimumsnormeringin er gjørd.

Men normeringar í Danmark í 2018, sum samanborið er við, vóru søguligar lágar.

Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum mæla til breiða politiska semju um at hækka normeringarnar so líðandi næstu árini og heita á landsstýrið um at raðfesta námsfrøðingaútbúgvingina til dagstovnaøkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050