Sjálvboðin arbeiðsloysisskipan loysir seg ikki

Sjálvboðin arbeiðsloysisskipan loysir seg ikki
Grønlendingar mæla heldur til føroysku skipanina, sum er kravd
Bæði løntakarar og arbeiðsgevarar rinda í føroysku arbeiðsloysisskipanina
 
22.11.2020 - 14:24

Tað loysir seg ikki at stovna eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging í Grønlandi, men skal arbeiðast víðari við málinum, kann arbeiðsloysisskipanin í Føroyum geva íblástur.

Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum grønlendska landsstýrið hevur gjørt, skrivar KNR.

Aðalráðið fyri vinnu- og arbeiðsmarknað, sum hevur kannað málið, mælir frá at stovna eina sjálvbodna skipan, tí tað verður torført at fáa fólk at tekna seg til eina slíka skipan.

Víst verður á, at lítið arbeiðsloysi er millum faklærd og tey, sum hava víðari útbúgving. 

Eingin tileggjan

- Verður útgjaldið lítið, samstundis sum vandin fyri at gerast arbeiðsleysur er avmarkaður, verða ávísir løntakarabólkar ikki eggjaðir til at fara upp í eina sjálvbodna skipan. Tað verður torført at fíggja eina sjálvbodna skipan uttan so, at tað almenna letur stuðul ella endurgjald, stendur í frágreiðingini. 

Skal arbeiðast víðari við einari arbeiðsloysisskipan í Grønlandi, kann føroyska ALS-skipanin geva íblástur, stendur í frágreiðingini.

Arbeiðsloysisskipanin í Føroyum er kravd, og bæði løntakarar og arbeiðsgevarar gjalda í skipanina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792