Kristina Háfoss leiðari í Javna

Kristina Háfoss leiðari í Javna
Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna, eisini hevur verið leiðari í Javna seinastu fimm árini
Kristina Háfoss tekur við starvi sum dagligur leiðari í Javna 1. desember
 
16.11.2020 - 09:00

1. desember tekur Kristina Háfoss við starvinum sum dagligur leiðari í Javna. Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna, eisini hevur verið dagligur leiðari síðani 2015.

Kristina Háfoss er 45 ára gomul. Hon hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur, og hevur harafturat útbúgving í leiðslu. 

Hon hevur m.a. starvast sum búskaparfrøðingur í Landsbankanum, projektleiðari og íløguráðgevi hjá Føroya Banka, og deildarstjóri fyri menning, KT og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyum.

Kristina Háfoss hevur seinastu 20 árini verið bæði løgtings- og landsstýriskvinna. Hon hevur gott innlit í lóggávu og skipanir á brekøkinum, og kennir flestu viðurskifti úr privata sjónvarhorninum, tí ein sonur hennara ber brek, skrivar Javni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050