Færri dreingir men fleiri gentur roykja

Færri dreingir men fleiri gentur roykja
Talið á ungum í Føroyum, sum roykja, er minkað nógv síðstu 25 árini
 
13.11.2020 - 05:53

Færri dreingir og fleiri gentur í níggjunda flokki søgdu seg roykja í fjør enn tey, sum vórðu spurd í 2015. Í fjør var talið hjá dreingjum 8,4 prosent, tað var 10,2 í 2015.

5,4 prosent av gentunum, sum blivu spurdar í fjør, søgdu seg roykja. Í 2015 var talið 2,6 prosent.

3,0 prosent av øllum næmingunum søgdu seg roykja dagliga, longu tá teir vóru 13 ára gamlir ella yngri.

Hetta talið var 2,2 prosent í 2015. Talið er minkað nógv. Í 1996 søgdu 39 prosent, at tey royktu dagliga.

Drekkingarmynstrið mest sum óbroytt

62 prosent søgdu seg hava smakkað rúsdrekka seinastu 30 dagarnar. Nakað tað sama sum í 2015.

Men 13 prosent søgdu seg hava drukkið seg fullan. Tey vóru 10,3 prosent í 2015. Kanningin bleiv gjørd í døgunum 5. mars til 4. apríl í fjør. 

37 níggjundu flokkar í 19 skúlum vóru við. 511 svaraðu, tey eru 82 prosent. Tey, sum ganga í níggjunda vóru 15 ella 16 ára gomul í fjør, fødd í 2003.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418