- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppingarevni helst klárt fyrst í 2021
Líkt er til, at fyrst í 2021 vera fleiri koppingarevni fyri koronu tøk á marknaðinum. Og tað fer at hava við sær, at nógv fólk kunnu koppsetast.
Mánadagin boðaðu fyritøkurnar, Pfizer og BioNTech frá, at teirra royndir eru um at vera lidnar, og at royndirnar higartil eru góðar.
Granskarar kring heimin fegnast um boðini, ein av teimum er heilivágsgranskarin, Tor Kristian Andersen á universitetinum í Oslo.
Fleiri onnur feløg eisini komin langt
Tor Kristian Andersen vísir á, at fleiri onnur feløg eisini eru komin langt við at menna koppingarevnið, og koma tí helst á marknaðin við sínum heilivági um somu tíð sum Pfizer.
Pfizer hevur boðað frá, at fyritøkan seinast í hesum mánaðinum fer at biðja um góðkenning frá amerikansku heilumyndugleikunum. Samstundis eru feløgini farin undir fyrireikingar at fáa heilivágum góðkendan í Evropa.
Blaðið, The New York Times, skrivar, at nú eru 10 sløg av heilivági fyri koronu komnar somikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi.
Tøkur í januar/februar
Tá kanningarnar hjá sjálvum fyritøkunum eru av, skulu myndugleikarnir í londunum kanna úrslitið, áðrenn loyvi verður givið at selja heilivágin.
Tí verður roknað við, at heilivágur fyri koronu verður tøkur í Evropa um mánaðarskiftið januar/februar.
Í Evropa verður mest tosað um heilivágin frá fyritøkuni, Astra Zeneca, og ábendingar eru um, at tann heilivágurin verður tøkur um somu tíð sum heilivágurin frá Pfizer, skrivar NRK.