Debes H. Christiansen fekk miðlavirðislønina

Debes H. Christiansen fekk miðlavirðislønina
Ársins Miðlaheiðursløn er í dag latin Debes Hammershaimb Christiansen, granskara og deildarleiðara á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Debes Hammershaimb Christiansen, granskari og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
 
06.11.2020 - 18:23

Eingin ivi var hjá dómsnevndini, at Debes Hammershaimb Christiansen hevur uppiborið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2020, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.

Virðislønin varð latin honum nú seinnapartin í Kongshøll, har vísindavøka hevur verið í allan dag.

Bergur D. Hansen, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Briani Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki, og Dagmar Joensen Næss frá Granskingarráðnum.

Bergur D. Hansen nevndi gávumildni í síni grundgeving fyri at geva Debes Hammershaimb Christiansen heiðurslønina.

- Debes Hammershaimb Christiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá í føroyskum og alheims miðlum, segði Bergur D. Hansen, sambært setur.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109