Løgreglan kannar mál um extacy á Meginskúlanum

Løgreglan kannar mál um extacy á Meginskúlanum
Ógreitt er, hvussu tablettirnar eru endaðar í skúlagarðinum, og løgreglan hevur onga slóð at elta
Heri Andreassen er leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni
 
04.11.2020 - 09:36

Kanningardeildin hjá løgregluni kannar eitt mál um rúsevni, sum í síðstu viku (29.okt.) vórðu funnin í skúlagarðinum í Sandoyar Meginskúla.

Talan er um ein posa við sjey extacy-tablettum í. 

Ikki er greitt, hvør eigur tablettirnar, hvussu tær eru endaðar í skúlagarðinum, og løgreglan hevur heldur onga slóð at elta. 

Hon vil tí fegin frætta frá teimum, sum halda seg vita nakað, sum hevur samband við málið.

Kom óvart á

Skúlastjórin í Meginskúlanum, Jacqueline Benzon, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at hetta kom óvart á tey í skúlanum. 

Nú verða tiltøk sett í verk, og fundur verður við foreldur og næmingar seinni í mánaðinum, har SSP-samstarvið verður við, sigur skúlastjórin.

Løgreglan hevur seinastu tíðina havt nøkur rúsevnismál í Sandoynni.

Í september bóru vit tíðindi um gummibomm, sum LSD er í, har ein hálv gummibamsa er nóg mikið til ein sterkan rús. 

Løgreglan legði hald á nakrar gummibamsur í Sandoynni.

Pakki umborð á Teistanum

Stutt eftir vóru boð eftir kanningardeildini at koma umborð á strandfaraskipið Teistan, har ein pakki var, sum rúsevni helst vóru í. 

Tað vísti seg, at eitt fólk var farið á Gomlurætt og hevði lagt pakkan á hillina umborð á Teistanum, og tá Teistin kom til Skopunar, skuldi onkur so fara umborð eftir pakkanum. 

Løgreglan kannaði pakkan, og kundi staðfesta, at rúsevni vóru í, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205