Trom fær pengar úr landskassanum

Trom fær pengar úr landskassanum
Sjónvarpsrøðin kostar 37 mió. kr., og 16 mió. kr. skulu brúkast í ár og næsta ár. Afturberingin er 25 prosent
Tilsøgn um afturbering er fortreyt fyri, at sjónvarpsrøðin kann gerast í Føroyum, sigur Vinnumálaráðið
 
28.10.2020 - 08:49

Sjónvarpsrøðin Trom fær nú pengar úr landskassanum. Í uppskotinum um eykajáttanir, sum kom í tingið í gjár, eru fýra milliónir krónur til afturberingarskipanina til filmsgerðir.

Verkætlanin Trom kostar 37 milliónir krónur. 16 milliónir skulu brúkast í Føroyum í ár og næsta ár. Afturberingin úr landskassanum er 25 prosent.

Trom er sjónvarpsrøð í seks pørtum, sum hvør er 45 minuttir. Ætlanin er síðani at gera við seks partar afturat.

Krimisøgur hjá Jógvani Isaksen

Sendirøðin byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Jón Hammer er framleiðslustjóri, og Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið.

Nordisk Film og TV Fond hevur latið 3,5 milliónir krónur í stuðli til Trom.

Tilsøgnin um afturbering úr føroysku afturberingarskipanini er ein fortreyt fyri, at sjónvarpsrøðin Trom kann verða gjørd í Føroyum, sigur Vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Morgunlestur hósdagur 20.februar 2025
186673
Mikudag 19. februar
Skratsj 19. februar 2025
188017
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Mikudag 19. februar
Góðan morgun Føroyar
187986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825