- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu sleppa undan dálking frá spreingileiðingum
Sleppast kann undan trimum fjórðingum av plastdálkingini, sum stavar frá spreingileiðingum.
Tað sigur ein nýggj norðurlendsk kanning.
Dømi úr Eystur- og Sandoyartunlum eru við í kanningini.
Stór plastdálking í sjónum stendst av grótspreingingum.
Seks kilo
Norskar metingar siga, at hvørja ferð, sprongt verður í einum tunli, verða fimm til seks kilo av plasti brúkt.
Í Eysturoyartunlinum, sum er 11 kilometrar langur, eru okkurt um 2200 spreingingar, sum geva 13 tons av plasti.
Í frágreiðigini, sum er gjørd um norðurlendsku kanningina, eru átøk nevnd, sum kunnu minka plastdálkingina nógv, heili 75 prosent.
Eitt uppskot er at nýta tráðleysa, elektroniska útgerð til spreingingarnar, heldur enn at leggja leiðingar.